Sáttmálin ímillum KÍ og Mikkjal Thomassen er longdur. Komandi tvey árini skal Mikkjal eisini stýra ítróttarliga flaggskipinum í norðoyggjum.
Hetta veit Norðlýsið at siga.
Hóast úrslitini, sum vant, hava verið heldur óstøðug í ár, so eru partarnir væl nøgdir við hvønn annan. Í felagnum verður dentur lagdur á, at tørvur er á støðufesti, og tí er sáttmálin við Mikkjal blivin longdur.
Mikkjal Thomassen byrjaði sum venjari hjá KÍ undan núverandi kappingarárinum.