Eitt fótbóltslandslið er nakað, ið sera mong hava eina meining um. Men tað gevur eitt sindur meira vekt aftan fyri orðini, tá meiningin kemur frá einum, ið sjálvur hevur verið á landsliðnum, hevur spælt fleiri altjóða dystir og tí eisini kennir alt til, hvussu ein úttøka vanliga fer fram. Í hesum føri Mikkjal Thomassen, sum nú er annar av venjarunum hjá B36 í Vodafonedeildini.
– Eg havi sjálvur ringt til Heðin Askham og sagt honum, hvat eg haldi um hetta, og vit tosaðu saman í meira enn ein hálvan tíma. Og eg skal ikki dylja, at eg eri bara so harmur um, at tveir av teimum, sum hava tænt landsliðnum meira enn tey flestu, skulu verða soleiðis viðfarnir, sigur hann.
– Málið kundi verið handfarið øðrvísi, tí hetta er sera óheppið. Um vit taka Jákup Mikkelsen, so hevur hann longu boðað frá, at hetta skuldi verða hansara seinasta ár á landsliðnum, og hann hevur jú upp á ongan máta spælt seg av.
Viðvíkjandi Jákupi á Borg, so sigur Mikkjal, at hann harmast allarmest um, at Jákup umvegis fjølmiðlarnar skuldi fáa boðini um, at hann ikki var úttikin.
– Tá tú setur ein so royndan spælara av liðnum, eigur hann fyrst og fremst at fáa eina sakliga frágreiðing beinleiðis frá venjaranum og ikki frætta tað umvegis fjølmiðlarnar. Hetta er ikki mátin at fara við spælarum, sum hava strítt so nógv fyri føroyska landsliðið, sigur Mikkjal Thomassen.
Størri eyðmýkt
Mikkjal Thomassen sigur, at hann gjørdist rættiliga skakkur, tá tíðindini bórust um úttøkuna av hópinum, sum skal til Íslands at spæla vinardyst tann 22. mars. Og hann hevði slett ikki væntað, at liðið fór at verða so fullkomuliga kollvelt, sum tað nú sær út til at vera.
– Tað kundi givið meining, um so var, at Heðin var settur sum landsliðsvenjari fyri eitt longri tíðarskeið. Men sum landsliðsvenjari í ein dyst, er hann farin út um mark við síni viðferð av hesum báðum spælarunum, sigur Mikkjal Thomassen, sum sjálvur hevur spælt 13 landsdystir fyri Føroyar.
Hann heldur, at Heðin Askham hevur í veruleikanum gjørt Gunnari eina bjarnatænastu, við ikki at lata tað náttúrliga ættarliðsskiftið millum Jákup og Gunnar koma á ein konstruktivan og virðiligan hátt og í samstarvi við Jákup.
– Tað er ikki uppgávan hjá Heðini at loysa ein so stóran grundstuðul á landsliðnum úr starvi. Heðin hevur bara henda eina dystin og átti at farið undir uppgávuna við størri eyðmjúkleika, sigur Mikkjal, sum harmast um, at Jákup Mikkelsen ikki skuldi fáa møguleikan at fara frá upp á ein meira virðiligan hátt, enn gjørt er við hesi úttøkuni.
Týðandi dystur
Mikkjal sigur, at hann slett ikki skilir, hví ein venjari, sum bara er settur at taka sær av liðnum í hesum eina dystinum, skal gera so stórar og umfatandi broytingar, at talan í veruleikanum er um eitt heilt nýtt lið uttan royndir, ið verður sent á vøllin ímóti íslendingum.
– Her er jú ikki talan um ein tilvildarligan venjingardyst, men ein dyst ímóti Íslandi, har vit hava í eitt mannaminni hava roynt at komið burtur úr tí við øðrum enn tapi. Hetta svarar til ein dyst millum HB og B36 ella Danmark og Svøríki, og hetta eru dystir, vit fyri alt í verðini vilja vinna. Men tað verður trupult, tá tú ikki virðir tær royndir, sum spælarar hava vunnið sær gjøgnum tænastu fyri landið og landsliðið í mong ár, sigur hann.
– Eg haldi tað vera sera lítið umhugsað og ótrúliga respektleyst yvir fyri Jákupi Mikkelsen og Jákupi á Borg, at teir verða soleiðis viðfarnir, tí tað ber ikki til at fara soleiðis við spælarum, sum hava ofrað síni bestu ár fyri landsliðið og altíð hava verið klárir, tá boð hava verið eftir teimum. Hetta er ein harmilig støða, sum lættliga kundi verið sloppið undan, um bara eitt sindur av sunnari fornuft var uppií.