Mikkjal gevst í B36 eftir hetta kappingarárið

Mikkjal Thomassen verður ikki venjari hjá besta mansliðnum hjá B36 komandi kappingarár. Tað váttar formaðurin í felagnum, Sámal Ímundarsson.

 

Mikkjal skal í august í holt við krevjandi útbúgving og tí verða ikki stundir til at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 komandi kappingarár. Mikkjal bjóðaði sær eisini at traðka aftur longu í summar, men leiðslan vil hava venjaran seinastu tvey og eitt hálvt árini at halda fram.

 

- Mikkjal var sinnaður at taka seg úr starvinum í summar, men vit hildu ikki at tað er rætta loysinin. Mikkjal kennir væl liðið og hetta gevur okkum eisini góða tíð at finna ein nýggjan venjara til komandi kappingarár, sigur Sámal Ímundarsson.

 

Mikkjal Thomassen heldur sostatt fram at vera venjari árið út.

 

- Tað koma at verða onkur tíðarskeið hesar seinastu tríggjar mánaðirnar, at hann ikki kann verða við til alt, men í Milan Kuljic (hjálparvenjari hjá B36, blaðm) hava við ein góðan avloysara, sum kann taka yvir, sigur Sámal Ímundarsson við portalin í kvøld.

 

Mikkjal Thomassen er venjari hjá B36 á triðja ári. Í 2011 setti hann met saman við B36 liðnum, tá liðið vann FM við ikki færri enn 67 stigum. Tað er met.