Mikkjal ger tvær broytingar

Odmar Færø og Árni Frederiksberg vera í kvøld millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 19 í kvøld fer eysturríkski dómarin Christian-Petru Ciochirca at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Tá fara KÍ og Sutjeska úr Montenegro at spæla um, hvat av hesum báðum feløgunum skal halda fram í Europa Conference League kappingini og hóskvøldið í næstu viku spæla á útivølli ímóti meistaraliðnum í Kosovo, sum eitur Ballkani. Úrslitið í kvøld verður avgerandi, tí í Montenegro endaði tað við málleysum javnleiki.

 

Hóast tað er stórur áhugi fyri dystinum í kvøld, so er tað framvegis møguleiki at keypa atongumerki á argongumerki.fo. Øll atgongumerki norðanfyri og sunnanfyri vøllin eru seld, men tað er møguleiki at fáa sess aftanfyri eystara málið.

 

Forsøgnin sigur frá góðum líkindum at spæla fótbólt í Klaksvík í kvøld. Hann verður útsynningur, sum er góð ætt í Klaksvík, vindferðin verður 6 metrar um sekundið,  tað verður turt, og hitin verður 11 stig.

 

Í Montenegro noyddist René Shaki Joensen skaddur av vøllinum. Síðani hevur hann ikki vant við fullari ferð, og tað letur til, at hann ikki verður tøkur í kvøld. Tá ið René varð skiftur út, varð Odmar Færø settur í miðverjuna og Jesper Brinck fluttur út miðverjuni og á vongverjan í høgru. Í Montenegro sást, at Odmar Færø er komin seg heilt eftir skaðan, sum darvaði, og hann verður frá byrjan og saman við Heina Vatnsdal í miðverjuni.

 

Í teimum báðum undanfarnu dystunum hevur Árni Frederiksberg frá byrjan verið á beinkinum. Undir venjing hava greiðar ábendingar verið um, at hann í kvøld er ætlaður at eiga lut millum teir fyrstu ellivu, og so verður Claes Philip Kronberg á beinkinum. Málverjin Meinhardt P. Joensen er burturstaddur, og Jonn Johannesen er framvegis skaddur.

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jesper Brinck, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads Bo Mikkelsen.