Mikkjal er ikki ovfarin

Nú roknar hann við, at úrslitið í kvøld fer at gella kring alt Europa

Tað var ein fattur og avkláraður KÍ venjari, sum Tróndur Arge á FM1 hitti, tá ið KÍ í kvøld hevði vunnið 6-1 ímóti Dinamo Tbilisi.

Men hann var ikki so ovfarin um, at liðið hjá honum hevði megnað at spæla seg eitt stórt fet nærri bólkaspælinum í Europa League.

-Eg havi fleiri ferðir verið við til at spæla ímóti georgiskum liðum, og eg veit, hvussu væl teir í Eystureuropa duga við bóltinum. Men eg veit eisini, at tað altíð hava víst seg at vera løtur, tá ið teir ikki avrika so væl. Tað sá eg eisini undir fyrireikingunum til henda dystin, og eg og spælararnir roknaðu fult og heilt við møguleikanum, at tað skuldi eydnast at vinna okkum víðari í Europa. Men eg hevði ikki roknað við, at talan fór at verða um so stóran sigur, sigur Mikkjal Thomassen.

Hann roknar við, at úrslitið í kvøld fer at vekja ans aðrastaðni enn bara í Føroyum:

-Vit taka hetta sum staðfesting av, at føroyskur fótbóltur hevur flutt seg nógv. Nú eru vit eitt fet frá bólkaspælinum. Tað hevði verið framúr at spælt seg í bólkaspælið, og vit rokna framvegis við møguleikanum, ið vit settu okkum sum mál longu í 2016. Tað ljóðaði øgiliga veruleikafjart, men nú er tað ikki so langt burtur, sigur KÍ venjarin. Hann hevur ikki orð fyri, hvussu nógv hann hávirður avrikið hjá spælarunum:

-Eg havi so mangan sagt við teir, at eg rokni ikki við, at tað nakrantíð aftur fer at eydnast mær at venja eitt lið sum hetta. Í kvøld vístu spælararnir sera stórt sinniligt yvirskot, og hóast teir runnu og stríddust í nærdystunum, so evnaðu teir at vera púra kaldir, tá ið teir fingu møguleikarnar frammanfyri málið, og tað talar fyri seg sjálvt, sigur Mikkjal Thomassen.

Sambært skránni skal KÍ spæla sunnudagin ímóti AB og fríggjakvøldið í næstu viku ímóti Víkingi.

-Dysturin ímóti Víkingi verður sjálvandi útsettur, og eg havi frætt nú, at dysturin ímóti AB er útsettur til mánakvøldið, men hetta fara spælararnir og vit at tosa um.

Hvat er best fyri tykkum?

-Eingin ivi um, at tað besta hevði verið, at báðir dystirnir í landskappingini verða útsettir soleiðis, at vit fáa so góðar umstøður, sum tað ber til at fyrireika okkum til dystin í Europa hóskvøldið, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.