Mikkjal eigur tríggjar heimadystir á rað

07 Vestur er eftir tvey stórtap av álvara í vanda fyri at enda undir niðurflytingarstrikuni

Síðsta sunnudag vóru klaksvíkingar troyttir, tá ið teir á Argjum vunnu 2-0. Europadysturin næstsíðsta hóskvøld við longdari leiktíð og brotssparkskapping sat í kroppinum saman við vónbrotinum um, at tað ikki eydnaðist at vinna seg víðari í Europa.

 

Nú er Europa av fyri hesa ferð, og fokus hjá Mikkjali K. Thomassen og hansara monnum er nú á at endurvinna FM og at vinna steypakappingina og harvið greipuna. Fyrsta takið á leiðini verður seinnapartin, tá ið 07 Vestur verður gestur í Klaksvík.

 

07 Vestur hevur tvær tær seinastu ferðirnar tapt tilsaman 12-3 ímóti Víkingi á útivølli og B68 á heimavølli. Serliga meint kendist 6-2 heimatapið ímóti B68, sum lá undir 2-0, áðrenn alt koppaði á høvdið, B68 skoraði seks mál, og 07 Vestur fall fullkomuliga í fátt. Eftir vitjanina í Klaksvík verður næsta avbjóðingin hjá vágamonnum á útivølli ímóti B68. 07 Vestur er á sætta plássi við 18 stigum – eitt stig frammanfyri B68 og AB og tvey stig frammanfyri NSÍ, sum er undir strikuni.

 

Hjá 07 Vestur er Martin Tausen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur, og Asbjørn Heðinsson er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Ronni Møller-Iversen er leikbannaður.

 

Hjá KÍ er Óli Eyðsteinsson Poulsen aftur skaðadarvaður, tí bein í fótinum er brotið. Deni Pavlovic, sum ikki var við á Argjum, er tøkur aftur. Um gongdin næstu tvær vikurnar verður, sum hon hevur verið higartil í ár, so kann KÍ taka stórt stig fram ímóti FM. Í dag verður 07 Vestur gestur í Klaksvík, og so vera AB og B36 gestir í Klaksvík, áðrenn KÍ fer út á Skála.