Mikkjal K. Thomassen hevur í dag gjørt ein trý ára sáttmála við norska felagið Fredrikstad FK, sum spælir í næstbestu deildini í Norra. Hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann er spentur upp á upp gávuna.
- Eg eri spentur upp á hesa uppgávuna, og eg síggi stórar møguleikar í felagnum. Joacim og Espen hava sannført meg um, at vit passa væl saman á fleiri økjum. Nú gleði eg meg at sleppa at arbeiða saman við øllum í og rundanum felagnum fyri at flyta FFKlongur fram í norskum fótbólti, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá felagnum.
Joacim Heier er ítróttarstjóri og Espen Engebretsen er dagligur leiðari í felagnum. Á tíðindafundinum bleiv Mikkjal K. Thomassen spurdur um felagið fór eftir uppflyting til Elituseriuna, sum er besta deildin í Norra, longu komandi kappingarár.
- Tað vildi verið óseriøst at svarað upp á tað nú. Tað er ov tíðliga. Vit vita hvar vit vilja koma til, men ber ikki til at seta eina freist á, sigur Mikkjal K. Thomassen við Fredrikstad Blad.
Mikkjal K. Thomassen sigur víðari, at hann hevur fyrireikað seg væl undan hesi avgerðini og at hann hevur sæð dystir á sjónbandi.
- Eg eri fyrst og fremst upptikin av at menna menniskjur. Míni úrslit byggja á hart og áhaldandi arbeiði. Eg havi verið erligur um støðuna hjá mær við KÍ við víðvíkjandi tilboðum frá útlandinum. Tey hava verið nøkur, men hetta er projektið, sum eg eri follin fyri, sigur Mikkjal K. Thomassen.
Mikkjal K. Thomassen byrjar í nýggja starvinum eftir ársskiftið, men longu nú verður byrjað at skikka liðið til saman við leiðsluni.











