Punktum fyri páskaumfarinum í bestu fótbóltsdeildini varð í kvøld sett í Gundadali, har tað var grannauppgerð millum HB og AB.
Longu tá ið 10 minuttir vóru farnir, var HB frammanfyri 2-0, og HB vann 4-0.
Í fjør gekk tað ofta illa hjá HB at vinna úrtøku úr góðum støðum og málmøguleikum. Semja var um, at felagnum restaði ein sannan málrev, og mint var aftur á 2021, tá ið Mikkel Dahl var fremsti maður og skoraði 27 mál, sum er met fyri eitt kappingarár í føroyskum fótbólti.
HB hevur framvegis fulla úrtøku. Teir reyðu og svørtu hava vunnið allar tríggjar dystirnar, og í kvøld var tað í eyðkenda lagnum. HB spælararnir arbeiddu nógv, og samanspælið fleyt væl.
Toppskjútti hjá HB og nú eisini í bestu deildini er Mikkel Dahl, sum av álvara hevur víst, hvør dugur er í honum, síðani hann undan kappingarbyrjan aftur varð partur av HB liðnum.
Í kvøld skoraði Mikkel Dahl tvey mál, áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og hann staðfesti 4-0 sigurin, tá ið ein stórur tími var farin, og lítla løtu seinni varð hann skiftur út, so hann eisini verður á toppinum, tá ið HB mikudagin fer at spæla á útivølli ímóti TB.
Hjá málrevi snýr tað seg oftast um at hava tev fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni, og ofta er tað ikki so langt úr málinum. Soleiðis var tað hjá Mikkel Dahl í kvøld. Hann var ein metur frá málstrikuni, tá ið hann skoraði fyrsta málið, og hann var ein hálvan metur frá málstrikuni, tá ið hann skoraði 2-0 málið.
Áki D. Samuelsen økti til 3-0, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hann royndi fyrst einaferð úr stuttari fjarstøðu, og Antonio Borrelli í AB málinum hálvbjargaði. So royndi Áki einaferð aftrat, og aftur hálvbjargaði Borrelli, men í triðju royndini eydmaðist tað Áka at seta bóltin í málið.
Hetta var fyrsta málið hjá Áka D. Samuelsen í ár. Hattrikkið í kvøld lyftir Mikkel Dahl upp á fimm mál, og tað ber við sær, at hann er ovast á máltindinum saman við Páll A. Klettskarð hjá KÍ.
At AB legði rygg til 4-0 tap ber boð um, at mótstøðuliðið fult og heilt hevði tamarhald á støðuni. Mótbrekkan hjá argjamonnum kennist brøtt, nú teir eftir trý umfør einki stig hava vunnið. AB hevur einki mál skorað, og málmunurin er 0 – 8. Kortini vístu teir góðan hugburð heilt til Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð.
Mikukvøldið fær AB nýggjan møguleika at skjóta mál og vinna stig, tá ið KÍ verður gestur á Argjum.
HB – AB 4-0 (3-0)
1-0: Mikkel Dahl
2-0: Mikkel Dahl
3-0: Áki D. Samuelsen
4-0: Mikkel Dahl
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen – Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Mathias Præst Nielsen, Áki D. Samuelsen – Mads Borchers, Mikkel Dahl
AB: Antonio Borrelli – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Viktor Heldi Benediktsson, Nicklas Mehl, Samuel James Pollars – Emil Seedorff Sørensen, Santiago Nicolas Lebus, Ragnar Rasmussen, Teitur Olsen – Brian Jakobsen