Mikkel Kessler heimsmeistari

Danski nevaleikarin Mikkel Kessler vann í gjárkvøldið heimsmeistaraheitið hjá felagnum WBA í vektbólkinum super millumvekt, tá hann vann á írska mótstøðumanninum Brian Magee.

Longu í øðrum umfari var Magee tvær ferðir niðri á gólvinum, og tá tað sama hendi longu í byrjanini av triðja umfari, endaði dysturin við tekniskum knockout til Mikkel Kessler.

Aftaná segði Kessler, at hann hevði væntað, at dysturin fór at vara øll 12 umførini, tí Brian Magee ber orð fyri at vera sera harður av sær.

Hetta er fimtu ferð, at Mikkel Kessler er heimsmeistari.