Í fyrra tímanum í fyrrapartssendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin hevði verturin, Hilmar Jan Hansen vitjan av fyrrverandi altjóða hondbóltsdómaranum, Eyðun Samuelsen.
Eyðun Samuelsen tók samanum júst lidnu EM-kappingina í manshondbólti, sum var í Serbia, dagarnar 12. til 28. januar. Eyðun Samuelsen heldur, at finalan millum Spania og Svøríki lýsti hvussu týdningarmiklir málverjar eru í hondbólti, har spanski málverjin Sterbik læsti spanska málið stóran part av seinna hálvleiki, og spanska liðið fekk eina greiða leiðslu, sum teir ikki mistu aftur.
Eyðun Samuelsen heldur, at eingin hondbóltsserfrøðingur í Evropa hevði nevnt Spania og Svøríki sum tvey møgulig finalulið, og tí er talan um eitt framúr gott avrik hjá serliga Spania sum vann EM-finaluna 29-23.
Um Danmark sigur Eyðun Samuelsen, at Mikkel Hansen í mun til at verða nevndur heimsins besti spælari ikki hevði eitt nóg gott EM, har hann brendi alt ov nógv í summum dystum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Eyðun Samuelsen í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.