Mikkel Hansen til París

Danski hondbóltsspælarin Mikkel Hansen, sum gjørdist arbeiðsleysur, tá AG København fór av knóranum, skrivaði í kvøld undir ein fýra ára sáttmála við Paris Handball. Frammanundan hevði hann verið til eina læknakanning í París.

 

Millum liðfelagarnar, sum Mikkel Hansen fær í franska høvuðsstaðnum, eru fronsku landsliðsspælararnir Didier Dinart og Luc Abalo og íslendski landsliðsspælarin Róbert Gunnarsson.

 

Tá AG København fór á húsagang, gjørdi Mikkel Hansen greitt, at hansara framtíð lá ikki í donskum hondbólti. Umframt Paris Handball hava stór feløg sum THW Kiel og Barcelona verið nevnd sum møguligir arbeiðsgevarar hjá honum.