Mikkel er heimsins besti

Danska stjørnan hevur verið best í 2016, sambært stórari atkvøðugreiðslu.

Danski Mikkel Hansen er heimsins besti hondbóltsspælari 2016. Tað er hann sambært 105.000 atkvøðum á viðurkendu síðuni Handball Planet, sum eisini hevði metingar frá 33 miðlafólkum.


Í grundgevingini verður sagt, at Mikkel hevði eina ótrúliga kapping ávegis til OL-gullið hjá Danmark, umframt at hann hevur víst góð skotevni við PSG í Champions League.


Mikkel Hansen fekk 124 stig í atkvøðugreiðsluni. Honum á baki komu Uwe Gensheimer (99), Julen Aguinagalde (96), Nikola Karabatic (93) og Andreas Wolf (84).


Hetta er fyrstuferð, at Handball Planet útnevnir Mikkel Hansen sum heimsins besta. Tvey tey síðstu árini hevur tað verið Nikola Karabatic, og áðrenn hann Domagoj Duvnjak, Filip Jicha og Laszlo Nagy.