HB hevur í dag kunngjørt, at Mikkel Dahl er aftur í felagnum. Toppskjúttin frá 2021, sum tá setti met við at skjóta 27 mál í einum landskappingarári, hevur verið eitt ár í íslendskum fótbólti, men tað var eitt vónbrot, tí Leiknir flutti niður úr bestu deildini.
- Ja, ævintýrið í Íslandi varð eitt vónbrot. Tað gekk illa og tá liðið broytti spælistíl passaði eg slett ikki inn, sigur áleyparin, sum bara fekk trý landskappingarmál.
Hann var partur av 2020 liðnum, sum við Jens Berthel Askou á odda vann FM. Í 2021 bleiv hann toppskjútti og valdur til ársins áleypara til Fótbóltsgalla.
- Tað vóru nøkur góð minnir og nú skulu vit gera nøkur nýggj minnir. Eg eri bara glaður fyri at vera aftur í HB. Eg gleði meg at koma í gongd, sigur danski áleyparin.
Sáttmálin er galdandi fyri hetta kappingarárið. Seinast endaði samstarvið nakað brádliga, tá partarnir ikki kundu einast um at leingja sáttmálan í ein mánað, eftir at kappingarárið bleiv longt vegna koronuavlýsingar.
HB hevur fingið tilgongd av Matthias Præst Nielsen (AB), Mads Borchers (07 Vestur) og Viljormi Davidsen, meðan Daniel Johansen er farin av landinum at spæla við FC Fredericia og Hilmar Leon Jakobsen er givin at spæla.
Sum In.fo hevur skrivað, so er heri Hjalt Mohr og royndarvenur við Næstved í Danmark, meðan Pætur Petersen helst fer av landinum í næstum at royndarvenja. Eisini Stefan Radosavljevic hevur givið til kennar, at hann vil sleppa at royna seg uttanlands.