Mikines fór fyri yvir eina millión

Stórur áhugi var at bjóða, tá ið ellivu Mikines-málningar vóru seldir á uppboðssølu í Danmark

Hesin málningurin varð seldur fyri 150.000 krónur

Tað var púra óvanligt, tá ið ellivu málningar eftir Sámal Joensen-Mikines alt í einum vórðu settir til sølu hjá danska uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen í farna mánaði.

 

Av og á verða málningar hjá Mikines seldir á uppboðssølu, men hesa ferð vóru teir ellivu í tali – og nógvir teirra vóru bæði sermerktir og góðir.

 

Bruun Rasmussen hevði mett teir ellivu Mikines-málningarnar at vera verdar umleið 900.000 krónur.

 

Stórur áhugi var at bjóða, tá ið málningarnir vóru seldir í farnu viku. Í fleiri førum fór keypsprísurin lagt upp um metingina hjá Bruun Rasmussen. Nakrir málningar vóru seldar í tráð við metingina.

 

Samanlagt vóru teir ellivu málningarnir seldir fyri umleið 1,1 millión krónur. Aftrat hesum kemur ómaksgjaldið hjá uppboðssøluhúsinum og eitt serliga listaavgjald. Samanlagt eru tað umleið 30 prosent oman á søluprísin. Tí skulu keypararnir gjalda góðar 1,4 milliónir krónur fyri málningarnar, og aftrat tí kemur meirvirðisgjald av upphæddini.

 

Tann dýrasti málingurin fór fyri 150.000 krónur umframt ómaksgjøld og meirvirðsigjald. Tað var oljumálningur av bygdini í Mykinesi. Tveir oljumálningar av grindarápi fóru fyri 120.000 krónur hvør, og onnur landslagsmynd úr Mykinesi fór fyri 110.000 krónur.

 

Ein vatnlitsmynd við heitinum Aftur av jarðarferð var mett at vera verd 30.000 krónur, men hon varð seld fyri 100.000 krónur.

 

Upplýst verður ikki, hvør hevur keypt teir ymisku málningarnar.

 

Í Sosialinum um vikuskiftið ber til at síggja, hvat allir teir ellivu málningarnir vóru seldir fyri.

 

 

 

Hesin málningurin varð seldur fyri 150.000 krónur