Fyrrverandi amerikanski heimsmeistarin í nevaleiki Mike Tyson sleppur ikki til Ný Sælands. Myndugleikarnir har vísa á, at Tyson hevur dóm fyri neyðtøku, og eftir ný sælendskari lóg kunnu myndugleikarnir nokta fólki innferðarloyvi, um tey hava fongsulsdóm, sum er fimm ár ella longri.
Upprunaliga fekk Mike Tyson loyvi at koma til Ný Sælands í næsta mánað í sambandi við eitt vælgerðartiltak, hóast forsætisráðharrin, John Key, hevði mælt frá. Men tá ein grunnur, sum fíggjar vælgerðartiltakið, mótmælti vitjanini úr USA, bleiv innferðarloyvið tikið aftur.
Mike Tyson, sum nú er 46 ára gamal, fekk í 1992 seks ára fongsul fyri at hava neyðtikið eina 18 ára gamla gentu.