54 ára gamli boksarin, Mike Tyson, sigur sambært útlendskum tíðindamiðlum í dag, at hann er klárur at fara í nýggjan boksidyst við 55 ára gamla, Lennox Lewis, í september.
Miðlarnir leggja tó aftrat, at Lennox Lewis ikki hevur váttað hesi tíðindi.
Teir báðir møttust til stórdyst í 2002, og ta ferðina vann Lennox Lewis eftir knock-out í áttanda umfari. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Mike Tyson.
Dysturin teirra millum í 2002 var í Memphis, og tá vóru fleiri kendir áskoðarar, eitt nú Michael Jackson, Ben Affleck, Leonardo Di Caprio og Britney Spears.
Miðlarnir skriva í dag, at Mike Tyson gjørdi eitt undirhaldandi come-back í november mánaði í fjør, tá hann fekk javnleik í boksidysti ímóti 51 ára gamla, Roy Jones.