Mike best umtóktur á Ekstra Blaðnum

Mike Viderø gav fyri stuttum út sangin “Hygg at mær”, og nú liggur lagið ovast á download listanum hjá Ekstra Blaðnum.

 

Mike, sum roynir seg fyri fyrstu ferð á tónleikamarknaðinum við Hygg at mær, hevur veruliga gjørt um seg, má sigast.

 

Hóast sangurin er á føroyskum, so eigur Mike altso fyrsta plássið á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum. Hann er eitt nú frammanfyri X-Factor vinnaran Sarah, DEV við In The Dark og Svenstrup og Vendelboe við Dybt Vand.

 

Tað kann hugsast, at tað serstakliga eru føroyingar, sum hava ognað sær sangin hendan vegin, men kortini er tað ein stuttligur heiður, sum Mike nú hevur fingið.