Í hálva øld eru tað tvey ting, ið hava lýst listaligu ferðina hjá Mikael Wiehe: tann æviga ferðin - konsertferðin uttan enda – og dreymurin um ein betri heim. Fyrr nevnda er skjótt komin til sítt evsta ferðamál, meðan síðst nevnda er ein stremban, ið aldrin heldur uppat hjá svenska tónleikaranum og songskrivaranum.
Tá ið Mikael Wiehe enn einaferð fer á landavegin í 2022, verður tað seinasta konsertferðin hjá fólkakæra ferðaskaldinum. Tað verður eitt farvæl til eitt elskað, men kravmikið konsertferðalív, sum hevur verið partur av virkinum hjá Wiehe, síðan hann fyrstu ferð hitti áskoðarar sum forsangari í Hoola Bandoola Band í 70’unum. Eitt eymt samband millum tónleikara og áhoyrarar, sum fylgdu Wiehe inn í solokarrieruna. Síðan tá hava tað verið túsundtals konsertir kring Norðurlond og meira enn 40 útgávur, samstundis sum hann varðveitti eina sterka støðu sum ein umráðandi rødd í samfelagskjakinum.
Mann kann saktans unna Wiehe, nú sum 75 ára gamal, at trappa niður aftan á seinastu stóru konsertferðina í Skandinavia. Men hvat hendir so aftaná?
Sjálvt um Wiehe sigur farvæl við lívið á landavegnum, fer hann ikki at binda frið. Áðrenn konsertferðina í ár, hevur hann eisini útgivið eina spildurnýggja útgávu, ‘Den siste mohikanen’.
”Det är en resa som inte har något slut / Och våra drömmar / Våra drömmar har vi kvar / På livets stora hav”
– Mikael Wiehe, På livets hav (2021)










