Mikael Persbrandt dømdur í fongsul

Sum filmsleikari hevur Mikael Persbrandt sent nógv fólk í fongsul. Nú skal hann sjálvur aftur um rimarnar.

Kendi svenski filmsleikarin Mikael Persbrandt skal sita fimm mánaðir í fongsli, eftir at býarrætturin í Stockholm hevur dømt hann sekan í at hava keypt rúsevnið kokain.

 

Dómurin fall í gjár.

 

Mikael Persbrandt hevði einki kokain uppi á sær, tá hann bleiv tikin, men rætturin var kortini sannførdur um, at hann keypti 12 gram av kokaini fyri einum lítlum ári síðani.

 

Sjálvur hevur Persbrandt noktað seg sekan, men nakrar telefonsamrøður feldu hann. Tilsamans 11 fólk vóru ákærd málinum, og tveir menn hava fingið 10 ára fongsul, skriva svenskir fjølmiðlar. 

 

Hetta er aðru ferð, at tann nú 50 ára ganli filmsleikarin er settur í samband við rúsevni. Fyrru ferð var í 1996, men ta ferðina fekk hann bót.