Mika vil hava myndir úr Føroyum

Bretski tónleikarin Mika, sum hóskvøldið framførdi á Summarfestivalinum, ynskir sær myndir frá fjepparunum, sum vóru á Summarfestivalium.

 

Umvegis Facebook-síðuna skrivar Mika, at hann kundi hugsað sær, at fólk sendu sær myndir frá Summarfestivalinum.

 

Sjálvur hevur hann lagt nakrar myndir út frá framførsluni hóskvøldið, men hann vil fegin hava, at festivalgestirnir senda honum enn fleiri myndir frá festiligu framførsluni á stóra pallinum á Vágsbøi.

 

Mika skrivar soleiðis á Facebook:

 

- Who was at Summer Festival in Faroe Islands? What an AMAZING show!! We just added some photos of the view from the stage, check them out and tag yourself if you were in the crowd! If you have more pictures from this show, please send them to us at mikacompetition@gmail.com with Faroe in the title.