Migrena, pínuhandfaring og pínuviðgerð verða millum evnini,sum danski sálarfrøðingurin Tonny Andersen fer at halda fyrilestur um hóskvøldið. Hann er serfrøðingur í pínu og umframt at arbeiða við at hjálpa fólki við migrenu, hevur hann seinastu tíðina eisini arbeitt við fólki. ið hava pínu orsakað av piskesmæld.
At hava migrenu inniber í minni ella størri mun at hava ógvisliga pínu í aðrari helvtini av høvdinum, og tað eru nógv fólk við migrenu, ið ikki megna at dagligar uppgávur og at hava eitt starv, orsaka av ringari pínu.
Tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið hava migrenu, og tað eru nógv sløg av migrenu og ógvuliga ymiskt, hvussu fólk verða rakt av sjúkuni. Summi eru nógv verri fyri enn onnur.
Í Føroyum eru nógv, ið stríðast við migrenu, og tí hevur danska sjúklingafelagið hjá migrenusjúkum fólki, sett á stovn ein føroyskan migrenubólk, ið hevur til endamáls at stuðla fólki við migrenu, at skipa fyri kunnandi tiltøkum um migrenu og annars virka sum ein hjálparbólkur, har fólk kunnu hittast og tosa saman um støðuna og fáa góð ráð og stuðul frá hvørjum øðrum. Limirnir hittast av og á, mest í Havn, men eisini úti á bygd.
Fyrilesturi, sum verður í Miðlahúsinum klokkan 19 hóskvøldið, hevur til endamáls at savna so nógvar føroyingar sum gjørligt, bæði migrenusjúk og teirra familjur, vinfólk og avvarandi annars.









