Migration bíðar eftir veðri

Amerikanska stuttleikayachtin, Migration, hevur ligið á Havnini í nakrar dagar nú og bíða eftir góðum veðri.

Amerikanska stuttleikayachtin, Migration, hevur ligið á Havnini í nakrar dagar nú og bíða eftir góðum veðri.

 

Yachtin kom á Havnina síðst í farnu viku, og liggur framvegis við Bursatanga. Av havnarskrivstovuni vita teir ikki tað stóra at siga um stuttleikabátin, annað enn, at teir liggja og bíða eftir veðri.

 

Migration er komin úr USA og er á veg til Europa, sambært havnarskrivstovuni.

 

Tað er amerikanski rithøvundurin, George Laycock, sum eigur bátin, ið er 26 metrar langur og var bygdur í 2007.

 

Báturin er skrásettur á Bikinioyggjunum.