Miðvallari til AB

1.deild menn: Mannfall ger at argjamenn leggja afturat hópinum

AB hevur gjørt avtalu við 27 ára gamla miðvallaran, Róa Olsen, sum fer at spæla við felagnum restina av kappingarárinum 2024. Tað boðar AB frá.

 

- Rói er ættaður úr Haldórsvík og uppvaksin í EB/Streymi, har hann hevur spælt 138 dystir í Betrideildini. Hann er ein miðvallari við góðum bóltførleika, hørður skoti og nógvum royndum, ið fer at koma okkara liði til góðar, skrivar AB.

 

Argjamenn hava havt nógvar skaðar í ár og tað hevur merkt avrikini. Millum annað hava lyklaspælarar á miðjuni verið skaddir.

 

- Fyrst og fremst er Rói ein sentralur miðvallari, men hann kann eisini spæla í verjuni. Júst á hesum plássum hevur okkara lið verið hart rakt av skaðum í ár. Bjarni Skála, sum vónandi verður klárur heilt skjótt, bleiv álvarsliga skaddur í 2. umfari, meðan Elias El Moustage breyt fótin í dysti í 5. umfari. Harafturat hevur veteranurin í verjuni, Sørin Samuelsen, verið darvaður av skaða, og nú spælir hann ikki fram til summarsteðgin, tí hann er upptikin av arbeiðsørindum í Grønlandi, verður sagt úr AB.

 

Rói Olsen er yngri beiggi Bárð Olsen, sum er búsitandi á Argjum og spældi í fleiri ár við AB. Komandi dystur hjá AB verður eitt brak av einum dysti í uppflytingarstríðnum, tá FC Suðuroy kemur á vitjan leygardagin 15. juni. Júst hendan dagin letur flytingargluggin í summar upp, so væntanti verður Rói Olsen á fyrsta sinni at síggja í hópinum hjá AB hendan dagin.