Miðvallari heldur ikki fram í HB

Heini Vatnsdal er ikki einasti miðvallarin hjá HB, sum flytur niður til komandi kappingarár

 Heini Vatnsdal venur við AB í Danmark og spælir sannlíkt uttanlands komandi kappingarár. Nú hevur Tróndur Jensen eisini tikið avgerð um, at hann heldur ikki fram í HB, men flytir somuleiðis av landinum.

 

Les eisini: HB'ari roynir seg í Brøndby

 

- Ja, eg flyti nokk av landinum, men eg havi ikki tikið nakra avgerð um hvussu tað verður við fótbóltinum. Tað vísur seg, at tá tú skal til Danmarkar, so mást tú vísa teg fram nakrar ferðir, sigur Tróndur Jensen.

 

Les eisini: Tríggir HB'arar venja í Noreg

 

Hann var saman við René Shaki Joensen og Páli Joensen og vandi í Florø í Noreg og Skive í Danmark. Pál Joensen sigur við Norðlýsið í kvøld, at hann ongan sáttmála hevur fyri 2015 og ikki hevur tikið avgerð um komandi ár.

 

Les eisini: Jóan Símun tekur onga avgerð enn

 

Afturar hesum, so er óvist um Fróði Benjaminsen heldur fram at spæla, meðan Jóan Símun Edmundsson framvegis hevur eitt ynski um at spæla uttanlands.