Miðvallari givin í AB

Miðvallari váttar í kvøld fyri in.fo, at sáttmálin millum hann og AB er uppsagdur

AB hevur í kvøld mist ein leikara. Miðvallarleikarin, Bárður Olsen, váttar fyri in.fo, at hann er givin í felagnum. Hann hevur tó onga viðmerking um, hví hann er givin í felagnum.

 

Bárður Olsen skifti annars til AB eftir kappingarárið 2013, tá hann júst var blivin Føroyameistari við HB, har hann eisini taldist millum berandi leikararnar.

 

Bárður Olsen fær neyvan skift felag, fyrrenn flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur upp aftur hálvan juni. Tað er tó hugsandi, at barndómsfelagið EB/Streymur er eitt gott boð uppá eitt nýtt felag hjá Bárði Olsen.

 

Bárður Olsen er 29 ára gamal, og hevur umboðað feløgini EB/Streym, B36, HB og AB.