Miðvágur fingið góðkendan heilsumiðdepil

Miðvágur telist nú millum tær bygdir og býir í landinum, ið hava ein alment góðkendan heilsumiðdepil.

Miðvágur telist nú millum tær bygdir og býir í landinum, ið hava ein alment góðkendan heilsumiðdepil. Tað skriva Vága og Sørvágs kommuna, ið samstarva um miðdepilin, í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.
 

Í sambandi við, at Heilsudepilin í Miðvági verður alment góðkendur, verður samkoma á Heilsudeplinum mikudagin tann 22. juli.


Ymiskar røður eru á skránni, og millum annað fer Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu at greiða frá endamálinum við samkomuni og skránni.
Karsten Hansen, landsstýrismaður, fer at tosa yvirskipað um endamálið við, og innihaldið í heilsunýskipanini, m.a. um ætlanirnar við heilsudeplunum kring landið.


At enda fer Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, at greiða frá um tey ymsu tilboð, sum longu finnast í Heilsudeplinum í Miðvági.