Í næstu viku kemur Midtjysk Pigekor til Føroyar at hava konsertir. Tær fara bæði at syngja í Norðurlanda-húsinum og í Havnar kirkju, so møguleiki er bæði at hoyra hetta sera góða kórið framføra eina kirkjuliga og eina verdsliga skrá.
Midtjysk Pigekor er fimm ára gamalt kór, sum hevur heimstað í Mariehøjkirkjuni í Silkeborg. Urguleikarin har, Inger Budde Dusgård, leiðir kóri í samskifti við gittarleikarin Ole Dusgård. Kórið hevur havt nógvar konsertir í Danmark og sang eitt skifti í fjør í vælumtóktu sjónvarpssendingini ?Før søndagen?.
Midtjysk Pigekor er eitt lítið elitukór við 10 ? 15 røskum ungum gentum, sum allar eru royndir kórsangarar. Genturnar venja heima og hittast til felagsvenjing umleið ein leygardag um mánaðan.
Á skránni á konsertini í Havnar kirkju eru kendir danskir sálmar og sangir ? nakrir vi gittarfylgispæli. Kórið fer eisini at syngja Harra Gud títt dyra navn og æra ? á donskum, men við tí føroyska lagnum og millum annað vakra ?Laudate Domini? av Mozart.
Í Norðurlandhúsinum fer kórið at syngja danskar summar- og kærleikssangir - millum annað satsir, sum kendi danski jasspianisturin Ole Kock Hansen hevur skipað.
Kórið er á hvørjum árið á uttanlandferð og hevur sungið í Prag, Týsklandi, Ungarn og í Noregi. Seinast hava genturnar sungið í kendu fyri yvir 1000 fólkum í Basilica di San Francesco i Assisi og til messu í Sankta Pæruts kirkjuni í Rom.
Konsertirnar verða í Norðulandahúsinum mánadagin 2. august kl. 19.30 og í Havnar kirkju týsdagin
3. august kl. 19.30.










