Mong eru tey, sum skipa fyri ymiskum tiltøkum í sambandi við sólarmyrkingina, og Tórshavnar kommuna ætlar sær ikki at vera nakað verri enn onnur. Hon hevur tí veruliga brynjað seg út at taka ímóti gestum til sólarmyrkingina.
Umframt at handlar, matstovuhús og kaffihús hava longur opið, nú so nógv ferðafólk vera í býnum, eru eisini nógv mentanartilboð gjørd klár. Søvnini og kirkjurnar hava opið, meðan tiltøk vera upp í gomlu Hoyvík og á Húsareyni, eins og at skipa verður fyri útferðum, gongutúrum, konsertum og einum Føroyakvøldi.
– Alt fyri at gera hetta til eina serliga uppliving fyri bæði føroyingar og útlendingar, skrivar kommunan.
At enda verður eitt stórt mentanartiltak við felagssangi og føroyskum dansi á Vaglinum í Havn fríggjakvøldið 20. mars kl. 23.
- Vit savnast á Vaglinum til eina hugnaløtu saman. Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, stendur fyri felagssanginum, ið byrjar klokkan 23. Eftir hetta skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi – so tað verður næstan sum á ólavsøku, skrivar Tórshavnar kommuna.










