Miðnámsskúlin umvældur

Miðnámsskúlin í Hovi er nú liðugt umvældur

Komandi hósdag verður punktum endiliga sett fyri arbeiðinum hjá MT Højgaard á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Komið er á mál við teimum rættingum, sum Landsverk og MT Højgaard samdust um skuldu gerast fyri at fáa ein vælvirkandi og fullfíggjaðan bygning.

 

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til eitt kunnandi tiltak á skúlanum hósdagin, sum byrjar kl. 12.30, har millum annað stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø og stjórin fyri MT Højgaard Føroyar, Jóannes Niclassen, fara at siga nøkur orð um tað arbeiðið, ið er gjørt.

 

Miðnámsskúlin í Hovi vari tikin í nýtslu í 2009, og hóast skúlin gjørdist nærum tvífalt so dýrur sum ætlað, so hava allatíðina verið trupulleikar av lekum og gjóstri á skúlanum.

 

Tað var MT Højgaard, sum stóð fyri byggingini av skúlanum, og í septembur í fjør samdust Landsverk og MT Højgaard um, at MT Højgaard skuldi standa fyri umvælingunum og sjálv rindað kostnaðin.

 

Eftir ætlan skuldi arbeiðið vera liðugt til skúlaársbyrjan í 2014, men hetta eydnaðist ikki.