Løgtingið skal nú játta pengar til ein sálarfrøðing miðnámsskularnar. Tað heldur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn. Nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 600.000 krónur til endamálið.
Í farnu viku vísti stjórin á studentaskúlanum í Hoydølum á, at tað eru heilt nógvir næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp fyri ymsar trupulleikar. Í eini greining sum er gjørd, er niðurstøðan eisini, at í fleiri førum kundi fráfall frá skúlagongdini verðið munandi minkað, um hetta tilboðið var tøkt.
Les eisini: Støðan er skelkandi
Tí mælir Framsókn til eina skipan, har tey ungu og vaksnu kunnu venda sær, um tey hava eitt hvørt at stríðast við.
|










