Hvat heldur tú um midnáttarsangin á ólavsøku?
Skal hann broytast, ella skal hann vera, sum er?
Christoffer Ripley
Vági:
Tað er eitt gott tiltak. Hatta er útmerkað, og eigur at vera, sum tað er.
Nú eri eg ikki altíð á ólavsøku, men í fjør vóru konan og eg og sungu, og okkum dámdi tað heilt væl.
Finn Gærdbo
Vági:
Eg haldi, at hatta er eitt fínt, sum tað er. Tað má ikki gerast nakað við hatta, tí tað er so populert, sum tað er, at hatta eiga vit at varðveita í verandi líki. Hatta samlar so nógv fólk, at hatta má vera verðandi.
Pól á Kletti
Tórshavn:
Eg haldi, at sangurin á midnátt skal vera, sum hann er. Tað byrjaði sum eitt avmarkað forum uttan fyri hjá Hjalmari Jacobsen í síni tíð. Nú hevur tað ment seg til eitt samlingspunkt, sum avgjørt eigur at vera, sum tað er. Handan løtan er í hvussu er mín besta løta á ólavsøku.
Jens Jensen
Tjørnuvík:
Tiltakið er frálíkt. Høvuðsendamálið er, at fólk koma saman at syngja kendar sangir og fáa fram kensluna av at vera føroyingur. Sangunum í Føroya Fólks kunnu øll taka undir við.
Hatta vísir seg at vera nakað, sum fólk taka undir við, og har er ikki nakað ringt at læra.
Elsa Thomsen
Hoyvík:
Hatta er ein traditión, sum er komin fyri at vera. Tað er eingin ivi um tað. Og tað verður ótrúliga ringt at gera nakrar broytingar í tí, um nakar annars er, sum ynskir tað.
Hatta er eitt rættiliga áhugavert tiltak, har hvør syngur við sínum nevi, og tað er rættiliga charmerandi. Eg haldi tað vera sera stuttligt at hoyra fólk bara syngja av hjarta. Hart og spakuliga. Væl og pípandi falskt, hvørt um annað. Tað er ein fólkaligur hugni í tí. Fólk vilja vera við, og tað er væl tað, endamálið er.
Tó eitt hjartasuff havi eg kortini, og tað er í samband við heftini, sum brúkt verða.
Í fyrsta lagi haldi eg ikki, at tað er neyðugt við heftum, tí flestu fólk duga helst sangirnar, sungnir verða, uttanat. Men tá nú hefti verða brúkt, hevði tað verið gott, um sungið var úr enda í annan. Byrjað við nummar eitt og so hildið fram til tann seinasta. Sum er, kann tað væl henda, at fólk ikki fáa við, hvat nummar sungið verður, tá lopið verður aftur og fram. Og so missa tey tráðin.
Hatta tiltakið er nakað, sum fólk síggja fram til og gleða seg til hvørja ólavsøku.
Zacharias Hammer
Norðdepli:
Hatta er ikki ein spurningur, tú setir fólki. Sjálvandi skal sangurin vera, sum hann er. Hann er stutt og greitt komin fyri at verða. Akkurát, sum hann er.
Midnáttarsangurin er vorðin fólkaogn, sum fólk hevur tikið til sín. Og tað, sum fólk taka til sín, fer altíð at yvirliva, og tí kann hann ikki broytast.










