Ein bilbumba, sum brast uttan fyri eina koptiska kirkju í egyptiska býnum Alexandria í gjárkvøldið, kravdi 21 mannalív. 24 fólk vórðu særd. Egyptiska innanríkisráðið sigur, at bilurin við bumbuni stóð beint uttan fyri kirkjuna, og at tað helst vóru tveir menn, sum plagdu at ganga í kirkju har, sum áttu hann. Bumban brast, júst sum midnáttarmessan var liðug, og fólk vóru á veg úr kirkjuni.
Álopið fekk øði í fólk, og nógv kristin mótmæltu. Tað elvdi til samanbrestir millum tey kristnu og muslimar, og løgreglan mátti leggja uppí fyri at skilja partarnar.
Umleið 10 prosent av egyptiska fólkinum eru kristin.









