Midnáttarhondbóltur í Vági

Veðrið órógvar samferðsluna, og tað órógvar aftur hondbóltskappingina.

Ætlandi skuldu kvinnurnar hjá Kyndli spæla útidyst móti VB klokkan 15 í dag. Men í løtuni eru bert sjey Kyndils-kvinnur í Vági, meðan venjari og restin av hópinum eru í Havn.

Tí stóð skjótt greitt, at talan neyvan gjørdist um dyst klokkan 15, men fyrr í dag læt HSF aftur upp fyri møguleikanum.

- Vit fingu at vita, at HSF helst vildi hava dystin spældan, og at vit bara kundu læna ein málverja frá VB. Men eg má siga, at eg gjørdist eitt sindur ørkymlaður av hesum, tí tað ber jú slettis ikki til, um reglurnar soleiðis verða bendar, sigur Flemming Raben, sum er venjari hjá Kyndli.

 

Nú røkist tó fyri, at Smyril aftur fær siglingina í rættlag. Ætlanin er tí, at írestandi parturin av Kyndils-hópinum fer til Vágs klokkan 20, og at dysturin so kann spælast, tá klokkan fer at nærkast midnátt.