Midnátt í Vágstúni

Eitt av væl umtóktu og hugnaligu tiltøkunum á Norðoyastevnu plagar at vera midnáttarsamkoman.

Heldur ikki ár verður spart uppá krútið við hetta høvið. Henda samkoman byrjar longu leygarkvøldið kl. 23 við at Klaksvíkar hornorkestur spælir í ein hálvan tíma í Vágstúni.

Síðani syngur felagskórið Gøta-Leirvík, inntil ein kyndlagonga kemur heim í Vágstún, har Niclas Heri Jákupsson flytur fram røðu.

Aftaná verður fýrverkarí í Vágsbøi og felagssangur.