Trump steðgar hernaðarhjálpini til Ukraina

Hernaðarligur stuðul verður tikin uppaftur, tá Trump metir, at ukrainskir leiðarar hava víst vilja til frið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, steðgar hernaðarhjálpini til Ukraina.

Tað sigur ein dulnevndur embætismaður úr amerikanska verjumálaráðnum við Bloomberg.

Limur í Trump-stjórnini sigur, sambært amerikanska miðlinum Fox News, at talan ikki er um varandi steðg av stuðlinum.

Sambært dulnevnda embætismanninum í verjumálaráðnum verður stuðulin tikin uppaftur, tá Trump metir, at ukrainsku leiðararnir hava víst friðarvilja.

 

/Ritzau/