Miðlar: Messi á veg til nýtt felag

Altjóða miðlar skriva, at Lionel Messi er á veg til nýtt felag og partarnir longu samráðast

Lionel Messi er á veg til franska Paris Saint Germain. Tað skriva journslistar sum Fabrizio Romano og aðrir virdir ítróttarjournalistar í kvøld. Tað verður sagt, at Paris Saint Germain allatíð hevur havt eyguni við Lionel Messi og støðuni í FC Barcelona, eftir at sáttmálin gekk út í summar. Ein søga sigur, at Neymar Jr skal hava vilja latið sítt 10-tal til Lionel Messi, man at argentinin skal hava takka nei og fer at spæla í nummar 19.

 

Lionel Messi er fyri heilt kortum avmyndaður saman við fleiri av stjørnunum hjá PSG. Franska høvðusstaðarfealgið hevur ein ótømandi pengatanga í Katar. Tí kann felagið keypa ein og hvønn, men felagið skal lúka ávísar fíggjarligar treytir.

 

Tað verður sagt, at Jorge Messi, pápi og umboðsmaður hjá Lionel Messi, er í samráðingum við PSG um ein tvey ella trý ara sáttmála. PSG hevur longu Neymar Jr, ið bleiv heimsins dýrasti spælari, tá hann skifti frá FC Barcelona til PSG.