Amerikanski forsetin Joe Biden ætlar at stilla upp aftur á forsetavalinum næsta ár, skrivar CNN sambært Reuters.
Sambært amerikonsku sjónvarpsstøðini NBC sigur Joe Biden:
– Eg havi havi ætlanir um at stilla upp, men vit eru ikki til reiðar at boða frá tí enn.
Biden hevur fleiri ferðir latið skilt, at hann hevði ætlanir um at stilla uppaftur.
– Eg fari at gera tað aftur, segði Biden í fjør, tá hann stóð framman fyri einum sjónvarpsupptøkumanni hjá NBC.
Í eini meiningskanning, sum er gjørd fyri CNN fyri tveimum døgum síðani, siga bara 32 prosent av teimum spurdu, at Biden hevur uppiborið eitt nýtt skeið í Hvítu Húsunum.
80 ára gamli Biden er framvegis førur fyri at útinna starvið sum forseti í USA, staðfesti læknin í Hvítu Húsunum í februar, tá forsetin varð umrøddur sum »sunnur og orkar væl« og sum verandi »førur fyri at útinna uppgávur sínar sum forseti til fulnar«.
/ritzau/Reuters












