Miðlar: Her endar Erling B. Håland

Premier League: Miðlarnir eru ikki í iva um, at Erling B. Håland fer at traðka í fótasporini hjá pápa sínum

Mynd: (Scanpix) Erling B. Håland hevur skorað eitt av sínum 82 málum fyri Borussia Dortmund

Erling B. Håland er millum størstu stjørnurnar í altjóða fótbólti. Norski áleyparin hevur í longri tíð verið settur í samband við eitt skifti frá Borussia Dortmund, til eitt av heilt stóru feløgunum í Evropa.

 

Miðlarnir í bæði Týsklandi og Onglandi siga seg vita, at 21 ára gamli áleyparin verður at síggja í Manchester City komandi kappingarár. Hann hevur skorað 82 mál í 86 dystum fyri Borussia Dortmund. Fleiri miðlar hava í longri tíð skriva, at átekningin í sáttmálanum við týska felagið sigur, at Erling B. Håland í summar kostar 557 millónir krónur.

 

Tað eru pengarnir, sum Borussia Drotmund fær. Afturat hesum skal roknast við eini fittari upphædd til umstrídda umboðsmannin, Mino Raiola, og til pápan, Alf Inge Håland. Hann hevur sjálvur spælt við Manchester City á sinni og er nokk mest kendur fyri, at fáa ein ógvusliga takling frá Roy Keane.

 

Tað, sum hevur vakt ans í Onglandi, er at lønin kemur at verða tann hægsta í Premier League. Dailymail og aðrir miðlar hava skrivað, at lønarpakkin kemur at liggja um 4,4 milliónir krónur um vikuna.

 

Real Madrid hevur lagt øll eggini í pakkan hjá Kylian Mbappe, FC Barcleona hevur onga fíggjarliga stryku í løtuni, Liverpool hevur meldað seg úr stríðnum um Erling og Jurgen Klopp hevur kallað upphæddirnar fyri norska áleyparan fyri “svakar”, Chelsea er undir revsitiltøkum og tað er kreppa í Manchester United.

 

Tí verður mett, at Erling B. Håland hevur tveir realistiskar møguleikar. Bayern Munchen ella Manchester City. Og her sigst, at tað er Manchester City, sum hevur vunnið kampin um undirskriftina á norska áleyparanum.

 

Mynd: (Scanpix) Erling B. Håland hevur skorað eitt av sínum 82 málum fyri Borussia Dortmund