Miðlahúsið hevur sent út fylgjandi tíðindaskriv.
Trongda støðan hjá privatu føroysku miðlunum merkist eisini í Miðlahúsinum, sum gevur út Sosialin, Vikublaðið, hevur útvarpsstøðina Rás2 og heimasíðnuna in.fo
Hóast ársúrslitið Miðlahúsium í fjør gav yvirskot, so ber raksturin seg ikki í løtuni. Tí verða framdar sparingar, sum koma at merkja lønarniðurskurð og onkrar broytingar í virkisøki hjá starvsfólki.
Leiðslan í Miðlahúsinum er eisini broytt soleðis, at framyvir verður Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri burturav, meðan Jonhard Hammer er fyritaksstjóri. Hetta er gjørt fyri, at fyritaksstjórin skal hava fokus á fíggjarliga partin, og ábrygdarblaðstjórin skal hava fokus á innihaldið.
Tað er P/F Miðlafelagið, sum eigur allan partapeningin í samtakinum í Miðlahúsinum. Í nevndini í P/F Miðlafelagnum sita Eirikur Lindenskov, nevndarformaður, Jonhard Hammer og Eyðfinnur Jacobsen.