Miðlafólkini stríðast við netsambandið

Oyggjaleikir: Í tí stóra og heila eru oyggjaleikirnir á Bermuda betri skipaðir, enn seinastu oyggjaleikirnir á Isle of Wight, sum vóru klassar undir oyggjaleikunum á Álandi í 2009.

 

Tað vísir seg tó gjøgnumgangandi, at bretskar oyggjar hava ikki líka gott internets-samband, sum norðurlendskar oyggjar, og tað stríðast øll miðlafólkini við aftur.

 

Eitt ógvuliga avmarkað WiFi-net er á støðunum, har sum kappast verður, men tað røkkur ikki til annað, enn at senda ein tekst, og kanska eina mynd,

 

Ljóðbrot og kykmyndir mugu sendast frá hotelinum, tá ein loksins kemur heimaftur, aftaná kapppingarnar eru lidnar. Annars er nógv gott at siga um leikirnar á Bermuda.

 

Vit vóru á staðnum, tá Solby A. Christiansdóttir og Eyðbjørn við Skipá hjá KvF royndu at senda beinleiðis frá leikvøllinum.

 

Á hesari kykmyndini sæst eitt brot av samrøðuni Solby hevði við Hera Ziska: http://www.youtube.com/watch?v=3msJe-xN6qc&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g