- Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í málinum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroyum, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri almenninginum. Tað sigur fakfelagið Føroysk Miðlafólk, sum krevur opinleika í tunnilsmálinum.
Undir yvirskriftini “Landsstýrismaðurin avmonterar fólkaræðið” heitir fakfelagið hjá føroyskum miðlafólki í almennari áheitan á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at annar løgfrøðiligur myndugleiki enn Innlendismálaráðið viðger umbønir um alment innlit í málið um Skálafjarðartunnilin.
Innlendismálaráðið hevur kategoriskt noktað fjølmiðlum innlit í málið um Skálafjarðartunnilin, og ráðið hevur við síni handfaring av innlitsumbønum spælt fallit, metir Føroysk Miðlafólk.
Í tíðindaskrivi seinnapartin skrivar fakfelagið millum annað soleiðis:
“Hvat ger ein sperdur landsstýrismaður, tá hann ikki fær trumfað júst sín vilja ígjøgnum, tí fólkaræðið við tess skipanum, institusjónum og mannagongdum forða honum í tí? Kári P. Højgaard ger tað upp á sín máta viðvíkjandi størstu samferðsluíløgu nakrantíð í Føroyum, Skálafjarðartunlinum, eisini nevndur Eysturoyartunnilin – umvegis sítt lýdna embætisverk og væl hjálptur av flestu samgongufeløgum sínum og kanska onkrum andstøðulimi við: Hann avmonterar ella by-passar bara allar forðingarnar. Atgongdin at hava eftirlit við, um hann sum landsstýrismaður ger sítt arbeiði í samsvar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verður tikin burtur við kategoriskt at nokta innlit í nakað sum helst, sum hevur við hetta mál at gera.”
Alt tíðindaskrivið frá Føroysk Miðlafólk kann lesast HER