Miðlafelagið setur nýggj mál

Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í dag havt aðalfund. Fundurin var setakliga væl møttur, nú felagið hevur sett sær nýgg mál, um at vera ein virknari og sjónligari partur av føroyskum fakfelagsarbeiði.

Formaðurin í felagnum stendur á hvørjum ári fyri beinleiðis vali á aðalfundinum, og fyri níggjundu ferð varð Jón Brian Hvidfeldt valdur sum formaður.

 

Øssur Winthereig, sum hevur sitið sum næstformaður í 14 ár, tók ikki við afturvali. Fyri hann er Georg L. Petersen nývaldur í nevdini. Georg hevur áður verið formaður í felagnum.

 

Uni Arge stóð eisini fyri vali og varð einmælt afturvaldur.

 

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum sær soleiðis út:

 

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

 

Georg L. Petersen, næstformaður

 

John Johannessen, kassameistari

 

Uni Arge, skrivari

 

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

 

Krista Johnsdóttir Kreutzmann, tiltakslimur

 

Jens Kristian Vang, tiltakslimur