Danska fótbóltsstjørnan Christian Eriksen kann skjótt kalla seg Brentford-spælara.
Tað skrivar miðilin The Athletic.
Miðilin skrivar, at Christian Eriksen og Brentford eru samd um ein sáttmála galdandi í seks mánaðir við møguleika fyri at verða longdur í eitt ár.
Sambært The Athletic er nú bara tann obligatoriska læknakanningin eftir, og so er sáttmálin upp á pláss við enska felagið við danska venjaranum Thoms Frank.
Í eini samrøðu við DR fyrr í mánaðinum gjørdi Christian Eriksen grett, at hann ætlar at halda fram við fótbóltsyrkisleiðini, sum brádliga steðgaði við hjartasteðginum í EM endaspælinum í summar.
Christian Eriksen varð loystur úr sáttmálanum við Inter, tí í Italia er ikki loyvt spælarum við hjartastartara, sum Christian Eriksen í summar fekk ísettan við skurðviðgerð.
Seinastu vikurnar hava gitingar verið um framtíðina hjá Chistiani Eriksen, og nú bendir tað so á, at hann er aftur í Premier League, har hann í sínari tíð spældi fyri Tottenham frá 2013 til 2020.
/ritzau/











