Tað sigur hann í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann, sum í einum grein 52a fyrispurningi hevur spurt løgmann um árliga kostnaðin fyri aðalráðini árini 2019 til 2023.
Niðurstøðan hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, er, at í 2019 kostaði miðfyrisitingin 2,08% av samlaðu rakstrarútreiðslum landskassans. Í 2023 var kostnaðurin av miðfyrisitingini minkaður til 1,86% av samlaðu rakstrarútreiðslum landskassans.
Spurningurin frá Bárði á Steig Nielsen var soljóðandi:
1. Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?
– Sum spyrjarin vísir á, er hesin fyrispurningurin uppfylging uppá spurning 52-133/2023, tá eg í svarinum vísti á gongdina í ársverkum. Hetta gjørdi eg, tí eg haldi at ársverk er rættasti mátin at vísa á, hvørt miðfyrisitingin er vaksin ella ikki, tí ársverkini ikki eru ávirkaði av lønarvøkstri ella prísvøkstri. Lønar- og prísvøksturin er ymiskur frá ár til ár. Serliga í 2023 vóru lønarhækkingarnar høgar, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann visir á, at ársverkini í miðfyrisitingini 2019 – 2023 og býtt út á høvuðskontur í løgtingsfíggjarlógini eru:
##med2##
– Sum sæst í talvuni omanfyri, er miðfyrisitingin hvørki vaksin ella minkað í tíðarskeiðinum 2019 – 2023.
– Um vit skulu hyggja at kostnaðinum, er neyðugt at taka hædd fyri lønarvøkstrinum, av tí at lønarútreiðslurnar eru góðar 75% av samlaðu útreiðslunum til miðfyrisitingina, sigur hann.
Lønarútreiðslurnar hjá aðalráðunum 2019 – 2023 eru hesar:
##med3##
– Samlaði vøksturin árini 2019 – 2023, tá einans verður hugt eftir lønarútreiðslum er 13,4%, sum svarar vælvið vøksturin í sáttmálaásettu lønunum. Eitt nú er lønin eftir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnumvaksin 13,2% sama tíðarskeiði, vísir Aksel V. Johannesen á.
Um hugt verður eftir samlaða kostnaðinum av aðalráðunum 2019 – 2023, er kostnaðurin hesin:
##med4##
##med5##
– Hetta svarar til ein samlaðan vøkstur árini 2019 – 2023 á 14,1%, sum er eitt sindur meira enn vøksturin í lønarútreiðslum. Her skal havast í huga, at prísvøksturin sama tíðarskeiði hevur verið 17,7%.
– At enda vil eg vísa á, at útreiðslurnar til miðfyrisitingina eru minkandi í mun til samlaðu rakstrarútreiðslur landskassan. Í 2019 var kostnaðurin av miðfyrisitingini 2,08% av samlaðu rakstrarútreiðslum landskassans, og í 2023 var kostnaðurin av miðfyrisitingini minkaður til 1,86% av samlaðu rakstrarútreiðslum landskassans, sigur Aksel V. Johannesen í svarnum til Bárð Nielsen, formann Sambandsfloksins.