Føroyar eiga at yvirtaka Norðurlandahúsið og at taka fult ræði á tí, sum fyriferst har. Tað halda tingmenninir fyri Miðflokkin. Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið skal kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið
– Endamálið er, at føroyingar skulu fáa fult ræði á Norðurlandahúsinum í Føroyum. Ítøkiliga merkir hetta, at Føroyar yvirtaka allan raksturin og sostatt eisini manna stýrið fyri Norðurlandahúsið, sigur Miðflokkurin.
Miðflokkurin sigur, at orsøkin til at teir vilja hava Føroyar at yvirtaka Norðurlandahúsið, er, at onnur Norðurlond brúka tað »til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda«, sum teir málbera seg.
Teirra páhald er, at Norðurlandahúsið verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum. Her er talan um mál, sum Løgtingið antin hevur felt, ella ikki hevur viðgjørt yvirhøvur. Og talan er eisni um mál, sum føroyingar annars eru ósamdir um.
Teir báðir siga, at tað mest ítøkiliga dømið um hetta er, at einaferð um árið tekur Norðurlandahúsið føroyska flaggið niður og vindur tað ælabogalitta LGBT flaggi á stong. Hetta ger Norðurlandahúsið tann dagin Faroe Pride er.
– Merkið, sum umboðar allar føroyingar, verður vrakað og eitt annað flagg verður lyft upp, sum umboðar eina hugsjón, ið langt frá allir føroyingar taka undir við, sigur Miðflokkurin.
Teir siga, at Norðurlandahúsið hevur ein fantastiskan pall, sum húsar alskyns tiltøkum, eitt nú hátíðarligu nýggjarskonsertini, sum savnar føroyingar á hvørjum ári.
– Tað er tó ein sera stórur trupulleiki, at hesin sami pallurin verður nýttur til at húsa tiltøkum, sum royna at ávirka grundleggjandi mentan og virði ímillum ung sum vaksin, siga Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, tingmenn fyri Miðflokkin.
– Hesin stásiligi pallur er tí ein Trojanskur hestur, ið sær gott út uttan á, men innan í honum eru ófrættakend virði, sum ikki eiga at verða lirkað inn á okkum á hendan hátt, siga teir báðir.
Tí halda teir, at tað eiga at vera føroyingar sjálvir, sum skapa og mynda mentanina í hesum landi.
Tað eru øll Norðurlondini sum fíggja Norðurlandahúsið og Føroyar eiga bert ein fastan stýrislim. Tað eru tí ikki føroyingar, men umboð úr øðrum Norðurlondum, sum seta dagsskránna í Norðurlandahúsinum, siga teir.
Í fjør kostaði Norðurlandahúsið tilsamans 24,9 milliónir. Landskassin rindaði 1,7 millión, hini norðurlondini rindaðu 14,4 milliónir og restin var fígging aðrastaðni frá.
Miðflokkurin heldur, at hóast vit yvirtaka Norðurlandahúsið, er tað ikki sjálvsgt, at útreiðslurnar hækka 14,4 milliónir, tí tað ber til at minka, ella at veksa um virksemið.