Miðflokkurin vil ikki banna Sea Shepherd

Tjóðveldi hevur hjálpt Sea Shepherd inn á ting

Í løtuni vil Miðflokkurin ikki vera við til at banna Sea Shepherd og øðrum líknandi felagsskapum í hesum umfari.

Tað gjørdi Bill Justinussen, tingmaður greitt í løgtinginum í morgun.


Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið skal seta tiltøk í verk fyro at forða fyri at Sea Shepherd, og líknandi felagsskapir, koma til landið at bróta lógina.

Tað skal eisini vera ólógligt at innflyta útgerð til endamálið til Føroya.


Rættarnevndin í Løgtinginum er tekur undir við hesum og í henni sita umboð fyri allar teir fýra stóru flokkarnar.

Men minsti flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin vil ikki spæla við.


Bill Justinussen undrast á, at samgongan ikki hevur tosað saman um málið, áðrenn hon tekur undir við einum uppskoti frá andstøðuni um tað.

Tað er ikki vanligt, at samgongan tekur undir við uppskotum frá andstøðuni, sigur hann.

Annars tekur hann undir við, at vit verja rætt okkara at gagnnýta okkara livandi tilfeingi

- Men tað býðjur mær ímóti at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni, sum annars ikki stuðlar samgonguni, sigur Bill Justinussen.


- Tað er samgongan, sum skal standa aftanfyri politikki hjá landsstýrinum. Tí hava vit gjørt eitt samgonguskjal um tey mál, vit eru samd um og vit hava samgongufundir at finna eina felags støðu til tey mál, vit leggja fram.

- Tað er lætt sloppið av limum í samgonguni at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni og sum ikki er viðgjørt í samgonguni.


Bill Justinussen vil tí hava at løgtingið skal ikki samtykkja uppskoti nú, men beina málið aftur í nevnd.

Jenis av Rana heldur, at uppskotið er óneyðugt, tí landsstýrið arbeiðir við málinum.

Men hann heldur harafturat, at uppskotið er harmiligt, tí við hesum hevur Tjóðveldi hjálpt Sea Shepherd inn á ting og at geva teimum eina umrøðu, tey aldrin høvdu droymt um.

Og hann vil sleppa at atkvøða málið niður, ongantíð ov skjótt.