Miðflokkurin er so ósamdur, sum hann kann vera í málinum um Eysturoyartunnilin. Meðan Jenis av Rana ikki tekur undir við málinum, so er Bill Justinus heitur talsmaður fyri at gera tunnilin.
– Jenis av Rana verður so ikki valdur á ting við hjálp frá eysturoyingum, eftir at hann fellir uppskotið um tunnilin, segði Bill Justinussen í bersøgnari viðmerking.
– Nú er nóg mikið bíðað. Vit vilja ikki bíðað meira. At taka eitt time out nú er bara fyri at steðga málinum, segði Bill Justinussen.