Tað er ógvuliga misjavnt, hvussu hendan samgongan hevur klárað seg á ymsum økjum.
Tað heldur Miðflokkurin.
Miðflokkurin hevði landsfund í gjár og tað høvið brúkti floksformaðurin, Jenis av Rana, til at geva samgonguni karakter.
Á einum øki fær samgongan avgjørdan botnkarakter frá Miðflokkinum, men á einum øðrum øki fær hon avgjørdan toppkarakter.
Tað er á sosiala økinum, at samgongan fær botnkarakter frá Jenis av Rana.
- Tað er próvfast, at vit hava breiðka gjónna ímillum rík og fátæk ómetaliga nógv, staðfesti hann á landsfundinum.
Hann hugsar um avgerðina at seta eina skipan við flatskatti í verk.
Fyri at verja avgerðina um at atkvøða fyri flatskattinum, sigur hann kortini, at tað eydnaðist Miðflokkinum at broyta hann eitt sindur, so at hann er ikki heilt so flatur, sum ætlanin var upprunaliga.
- Men tað ermunur á at fáa 100 krónir í skattalætta og at fáa 5000, serliga tá ið tað er tann, sum fær 100 krónur í skattalætta, er tann, sum hevur brúk fyri at fáa 5.000 krónur í skattalætta
Hann staðfestir, at verkafólk fáa ikki eina krónu í skattalætta.
- Men eg, sum ikki havi brúk fyri tí, fái fleiri túsund krónur í skattalætta, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at samgongan má nú brúka tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum til eisini at seta ein skattalætta í verk, har tær lágu inntøkurnar fáa skattalætta.
Samgongan hevur boðað frá at arbeitt verður við fleiri skattalættum og tað fara vit at halda fast í, sigur Jenis av Rana.
Fær samgongan botnkarakter á sosiala økinum, fær hon harafturímóti topp karakter á etiska økinum.
- Har er Ongin slingur í valsinum og tað er eingin, sum rør framundir at slaka eitt sindur, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Hann hugsar serliga um uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi og sum nú er til viðgerar í Løgtinginum.
Hann kallar tað ætlanina at bjóða Guði av og at vanvirða hjúnabandið.
- Tað tók bara góðan hálvantriðja tíma hjá Løgtinginum at avgreiða málð. Tá var einki eftir í teimum, sum høvdu lagt tað framm og tað vísir, hvussu greið samgongan er í síni støðu, sigur Jenis av Rana.










