Miðaloddsini uppá føroyskan sigur á Fraklandi eru 50,47

Altjóða veddingarfyritøkur trúgva ikki uppá, at føroyska U21-landsliðið fremur enn eitt undur móti Fraklandi

Klokkan 19.45 í kvøld spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti greiða oddaliðnum í bólki H, Fraklandi sum hevur 16 stig fyri seks dystir.

 

Tey einastu stigini Frakland hevur mist vóru í útidystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn, har okkara U21-landslið við einum mannfólkaavriki megnaði javnleik 1-1 móti komandi fronsku stjørnunum. 

 

Altjóða veddingarfyritøkur vænta tó ikki, at føroyska U21-landsliðið fremur enn eitt undur móti Fraklandi, og als ikki á útivølli.

 

Miðaloddsini uppá franskan sigur á Føroyum eru bara 1,02. T.v.s. fyri 100 krónur fáast bara 102 krónur aftur um Frakland sum væntað vinnur dystin.

 

Miðaloddsini uppá føroyska sigur eru heili 50,47, so frá veddingarfyritøkunum verður einki væntað av føroyska liðnum. Men tað er júst tað sum líkar Bagga og hópinum, og vónandi fáa vit enn eitt gott U21-avrik í kvøld.

 

Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum: 

 

##med2##