Miðaloddsini upp á sigur til KÍ á Lille eru 6,78

17 altjóða veddingarfyritøkur hava Lille sum greiðan favoritt at vinna á KÍ í kvøld

Í kvøld klokkan 17.45 á Tórsvølli spælir KÍ móti franska liðnum, Lille í bólki A í Europa Conference League. Talan er um fyrsta dystin hjá einum føroyskum fótbóltsliði í einum bólkaspælið í einari evropeiskari kapping.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava allar Lille sum greiðan favoritt til at vinna dystin í kvøld. Tó hevur KÍ ikki tapt í teimum seinastu sjey heimadystunum í evropeiskum fótbólti.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 6,78.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Lille eru 1,44.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri KÍ eru 4,45.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##